HB er nú 10 stig fremst

HB er nú 10 stig fremst
Í fótbólti hjá monnum hevur HB beina kós móti føroyameistaraheitinum. Nú seks umfør eru eftir er Havnar Bóltfelag 10 stig fremst
 
01.09.2018 - 18:02

Nú er lítil ivi um, at mest vinnandi liðið hjá monnum, HB, verður føroyameistari í ár. Í dag vunnu teir ein sannførandi 3-0 sigur móti botnliðnum AB í Gundadali. 

 

Toppskjúttin Adrian Justinussen legði HB á odda longu eftir 11 minuttum. Símun Samuelsen økti til 2-0 stutt fyri hálvleik. Og í seinna hálvleiki slóg Magnus Egilson sigurin fastan til 3-0.

 

Sostatt er HB 10 stig fremst nű bara seks leikumfør eru eftir av kappingini.

 

Hini úrslitini í 21. umfari í Betri-deildini hjá monnum vórðu hesi:

NSÍ - B36 1-2
Málskjúttar: Oddmar Færø og Hannes Agnarson fyri B36 og Øssur Dalbúð fyri NSÍ

 

TB/FCSuðuroy/Royn - EB/Streymur 2-1
Málskjúttar: Stefan Radosalovich og Búi Egilson fyri TB/FCSuđuroy/Royn og Axel Danielsen fyri EB/Streym

 

Skála- O7 Vestur 5-0
Málskjúttar: Jákup Johansen og Brian Jacobsen tvey í part og Niels Pauli Danielsen 

Í gjárkvøldið: KÍ - Víkingur 1-1 
Málskjúttar: Hanus Jacobsen fyri Víking og Predrag Pocuca fyri KÍ

Stigatalvan eftir 21 umfør:

1. HB 55 
2. KÍ 45
3. NSÍ 42
4. B36 37
5. Víkingur 36
6. Skála 22
7. TB/FC Suðuroy/Royn 21
8. EB/Streymur 19
9. 07 Vestur 10
10. AB 9

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709