Soleiðis kunnu Føroyar spæla seg víðari til EM

Soleiðis kunnu Føroyar spæla seg víðari til EM
Her er videoinnslag, sum greiðir frá, hvussu Føroyar kunnu spæla seg víðari til EM-endaspælið í 2020 ígjøgnum UEFA Nations League
06.09.2018 - 18:24

UEFA Nations League kappingin gevur smærri tjóðum munandi størri møguleika at spæla seg víðari til EM-endaspælið.

Føroyar eru í kapping D (league D) saman við 15 øðrum tjóðum, sum er býttar í fýra bólkar.

Eitt land úr hvørjum bólki spælir seg víðari. Síðani eru hálvfinalur, og so verður ein finala spæld.

Vinnarin av finaluni fer víðari til EM-endaspælið í 2020.

Bólkarnir í kapping D:

Bólkur 1

Georgia
Lettland
Andorra
Kasakstan

Bólkur 2

Hvítarussland
Luksemborg
Moldova
San Marino

Bólkur 3

Aserbadjan
Føroyar
Malta
Kosovo

Bólkur 4

Makedonia
Armenia
Liktinstein
Gibraltar

Skráin hjá Føroyum:

07.09.2018 Føroyar-Malta
10.09.2018 Kosovo-Føroyar
11.10.2018 Føroyar-Aserbadjan
14.10.2018 Føroyar-Kosovo
17.11.2018 Aserbadjan-Føroyar
20.11.2018 Malta-Føroyar

Hálvfinalurnar verða spældar 5. og 6.juni í 2019.

Finalan verður spæld 9.juni í 2019.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858