Grønlendska samgongan mist meirilutan

Grønlendska samgongan mist meirilutan
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, ætlar ikki at skriva út val, hóast samgongan hjá honum hevur mist meirlutan.
 
10.09.2018 - 11:51

Politiska støðan í Grønlandi er íkomin, tí Parti Naleraq í gjár fór úr samgonguni. Ósemja er um, hvør skal fíggja floghavnir í Grønlandi.

- Samfelagið hevur ikki brúk fyri einum vali nú, og tað er heldur ikki mítt mál, sigur Kim Kielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, við grønlendska blaðið Sermitsiaq. Hann sigur seg vóna at fáa aðrar flokkar í landstinginum at samstarva.

Landstingið er ikki saman í løtuni, og skal Kim Kielsen leggja frá sær, er neyðugt at kalla tingið saman. Landstingið kemur saman aftur 28. september.

Jens Napaattooq, politiskur talsmaður hjá Partii Naleraq, hevur oftari enn eina ferð hótt við at fara úr landsstýrinum.

Løkke til Grønlands

Og nú Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer óvæntað til Grønlands í dag at hitta Kim Kielsen, gjørdi hann álvara av hóttanini.

Endamálið við fundinum millum Lars Løkke Rasmussen og Kim Kielsen er ein avtala, sum ber í sær, at danska stjórnin setur fleiri milliónir krónur av til undirstøðukervið í Grønlandi, skrivar Sermitsiaq.

Lars Løkke Rasmussen og Kim Kielsen fara at samráðast um, hvussu danska stjórnin kann seta pening í grønlendska partafelagið Kalaallit Airports, sum skal byggja tríggjar floghavnir í Grønlandi.

Samstundis skal Danmark verða partaeigari í felagnum.

Misti meirilutan orsakað av floghavnunum

Tað vakti ans, tá tað frættist, at ein stór kinesisk byggifyritøka varð undangóðkend at bjóða upp á arbeiðið at gera floghavnirnar í Grønlandi.

Bæði danskir og amerikanskir myndugleikar hava sagt, at teir stúra fyri, at Kina á henda hátt kemur inn gjøgnum bakdyrnar og fær ov stóra ávirkan á Grønlandi.

Partii Naleraq vil ikki hava pengar úr Danmark til floghavnirnar, og flokkurin fer tí úr samgonguni, skrivar grønlendskir miðlar.

Val var í Grønlandi 24. apríl. Landsstýrið varð skipað 11. mai. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572