Pedagoghjálparaútbúgving til hoyringar

Pedagoghjálparaútbúgving til hoyringar
Pedagoghjálparaútbúgvingin verður eftir ætlan sett á stovn á Heilsuskúlanum í Suðuroynni á nýggjárinum
 
18.09.2018 - 18:21

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sent lógaruppskot um nýggju útbúgvingina til hoyringar.

Samstundis verða heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingarnar lagdar í somu lóg sum nýggja pedagoghjálparaútbúgvingin, men innihaldið í útbúgvingunum til heilsuhjálpara- og heilsurøktara verður óbroytt.

Skotið verður upp, at pedagoghjálparaútbúgvingin skal taka tvey ár. Ástøðiligi parturin við próvtøku skal í minsta lagi verða 44 vikur í skúla.

Umsøkjari skal hava lokið 9. floksprógv og hava í minsta lagi tvey ára útbúgving ella tvey ára arbeiðsroyndir.

Hálva aðru millión

Mett verður, at útbúgvingin fyrsta árið fer at kosta landskassanum hálva aðru millión krónur.

Næmingarnir hava rætt til lestrarstuðul frá Studna, og útreiðslurnar til lestrarstuðul verða mettar til 650.000 krónur í 12 mánaðir.

Harumframt kann roknast við útreiðslum til samsýning til vegleiðing í starvsvenjing.

Kommunurnar hava ongar útreiðslur av nýggju útbúgvingini, stendur í uppskotinum.

Uppskotið er sent til hoyringar hjá Pedagogfelagnum, felagnum fyri hjálparfólk, skúlaleiðarafelagnum, Heilsurøktarafelagnum, Heilsuhjálparafelagnum, Kommunufelagnum, Almannaverkinum, Almannamálaráðnum, Heilsuskúlanum, Fróðskaparsetrinum og Studna.

Hoyringarfreistin er 2. oktober. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375