Fíggjarlógin løgd fram í morgin

Fíggjarlógin løgd fram í morgin
Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019 verður lagt fyri Løgtingið í morgin.
 
27.09.2018 - 07:19

Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2018 verður lagt fram í morgin.

Uppskotið skal verða lagt fyri Løgtingið fyri 1.oktober. Tað er mánadagin, og tí skal uppskotið leggjast fram í morgin.

Tíðindafundur verður klokkan 10 í morgin, tá landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, leggur uppskotið fram. 

Hetta er seinasta uppskot til fíggjarlóg, áðrenn Løgtingsval aftur skal vera. Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 1.september komandi ár.

Løgtingið fer at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum mikudagin 3.oktober.

Uppskotið skal verða endaliga samtykt við triðu viðgerð innan árskiftið, tí nýggja fíggjarlógin er galdandi frá 1.januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542