Fjórða hvørt barn í Skotlandi livir í fátækraváða

Fjórða hvørt barn í Skotlandi livir í fátækraváða
Joseph Rowntree-felagsskapurin, sum er felagsskapur móti fátækadømi, metir nú, at tilsamans 230.000 børn í Skotlandi liva í fátækraváða. 
 
15.10.2018 - 16:18

Átøk eiga at verða gjørd í Skotlandi, so at børn ikki skulu liva í lutfalsligum fátækraváða. Tað heldur Joseph Rowntree-felagsskapurin, sum eisini metir, at fjórða hvørt barn í Skotlandi - tilsamans 250.000, livir í fátækraváða. 

Felagsskapurin heitir á skotska og bretska parlamentið um at gera nakað við støðuna.

Felagsskapurin sigur, at hugburðsbroyting er neyðug, og at barnaansing, lagaligar arbeiðstíðir og almannaveitingar skulu tryggja, at foreldur ikki verða stongd úti frá arbeiðsmarknaðinum.

Felagsskapurin hevur givið út frágreiðingina, Fátækradømi í Skotlandi 2018. Sambært frágreiðingini vóru frá 2014 til 2017 í miðal 230.000 børn í Skotlandi, sum lívdu í lutfalsligum fátækraváða hvørt ár.

Meginparturin av hesum børnum vóru í familjum, har onkur hevði brek, ella foreldrini høvdu torført við at fáa arbeiða og at taka sær av børnunum.

Sambært frágreiðingini er semja í skotska tjóðartinginum um, at endi kann fáast á lutfalsligum fátækraváða innan fyri eitt ættarlið, men at neyðugt er, at stjórnin tekur um endan.

Lóg, sum varð einmælt samtykt í skotska parlamentinum í fjør, sigur, at talið av børnum børn, sum liva í fátækaváða, skal minka. Ætlanin er, at í 2030 skal bara tíggjunda hvørt barn liva í fátækraváða, og bara 5 prosent skulu liva í absoluttum fátækadømi.

Men neyðugt er at samskipa tiltøkini móti fátækraváða við arbeiðsmarknaðartiltøk. 

Frágreiðingin mælir eisin til broytingar í almannaveitingunum. Um tað ikki verður gjørt, verða fleiri familjur, serliga einlig foreldur, verðandi í fátækraváða, sama um tey hava arbeiði ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542