25 lógaruppskot løgd fram

25 lógaruppskot løgd fram
Landsstýrið legði fram 19 uppskot og andstøðan seks uppskot.
 
02.11.2018 - 12:58

Tilsamans 25 lógaruppskot og uppskot til samtyktar vórðu løgd fram á tingfundinum fyrrpartin.

Landsstýrið legði fram 19 uppskot og andstøðan seks uppskot.

Flestu uppskotini komu frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, sum legði fram níggju lógaruppskot.

Teir fýra andstøðuflokkarnir - Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri - løgdu fram tvey uppskot í felag.

Annað snýr seg um at varðveita fiskidagaskipanina fyri heimaflotan og hitt snýr seg um at broyta lógina um landsjørð, soleiðis at 70 ára aldursmarkið at avhenda festibrævið verður strikað.

Sambært grein 54 í tingskipanini, skulu uppskot til løgtingslógir, sum skulu koma í gildi 1.januar, leggjast fram innan 5.november. Eftir hetta krevjast undirskriftir frá 17 tingfólkum ella fleiri, um uppskot skulu leggjast fram

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904