Freist at bjóða upp á lendi til íbúðir

Freist at bjóða upp á lendi til íbúðir
Seinnapartin í dag fer freistin at bjóða upp á lendið undir Kongavarða á Argjum
 
05.11.2018 - 08:09

Sølan er almenn men kravt verður, at tað verður selt til bygging av leiguíbúðum.

Talan er um bygging á 10.500 fermetrar, ið kemur at standa í røðini við síðuna av teimum fimm íbúðarhúsunum, sum vórðu bygd í 2007. Niðanfyri økið er raðhúsabygging, og oman fyri økið eru sethúsaútstykkingar á Klingrutjørn. 

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðuni, at hetta er ein liður í ætlanunum hjá kommununi at skapa ein fjølbroyttari bústaðarmarknað.

Freistin at bjóða uppá lendið er í dag klokkan fýra. Tórshavnar kommuna ynskir, at íbúðirnar standa innflytingarklárar í seinasta lagi í 2021. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037