Russarar vilja ikki hava laks frá Bakkafrosti

Russarar vilja ikki hava laks frá Bakkafrosti
Siga seg hava funnið bakteriu í laksinum
Russland vil ikki hava laks frá Bakkafrosti.
 
16.11.2018 - 13:12

Russisku matvørumyndugleikarnir fara at steðga innflutningi frá Bakkafrosti á Glyvrum um eina viku, hevur Bakkafrost boða keypsskálanum í Oslo frá.

Orsøkin er, at bakteria er funnin í einum sýni av fráskurði, sum varð innfluttur til Russlands.

Heilsufrøðiliga starvsstova fer nú at kanna málið og svara russarum í næstu viku. 

Bakkafrost sigur, at felagið kann selja laksin á øðrum marknaðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688