Nógvar íløgur, halda aftur í rakstri í Fuglafirði

Nógvar íløgur, halda aftur í rakstri í Fuglafirði
So nógvar íløgur eru nú i Fuglafirði, at neyðugt er at halda aftur í rakstrinum, sigur kommunan
Fuglafjørður kostar slakar 165 milliónir krónur at reka næsta ár.
 
30.11.2018 - 12:49

So nógvar íløgur eru nú i Fuglafirði, at neyðugt er at halda aftur í rakstrinum, sigur kommunan.

Býráðið í Fuglafirði samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2019.

Sambært fíggjarætlanini javnvigar hon við 164,3 mió.kr. 

Men neyðugt verður at læna 19,2 milliónir til skúlan og brúka 29 milliónir av tí, sum kommunan hevur á bók, til at fáa javnvágina.

Íløgurnar í Fuglafirði næsta ár verða 19,4 mió. kr., 40 prosent, størri enn í ár.

Skattaprosentið verður tað sama sum í ár, 21,5.

Barnafrádrátturin verður eisini tann sama sum í ár, 6.500 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026