Vilja hava Netanyahu ákærdan fyri svik og mutur

Vilja hava Netanyahu ákærdan fyri svik og mutur
Løgreglan í Ísrael mælir enn eina ferð til, at forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, skal ákærast fyri svik og mutur.
 
03.12.2018 - 11:49

Á triðja sinni í ár mælir løgreglan í Ísrael til, at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, verður ákærdur fyri svik og fyri at hava tikið móti mutri. Tað skrivar New York Times.

Hesaferð snúgva ákærurnar seg um, at Netanyahu skal hava latið almennar tænastur til eitt fjølmiðlasamtak afturfyri at hava fingið rósandi umrøðu sum tøkk fyri tænasturnar.

Ákæruvaldið skal nú taka støðu til tað málið, umframt tvey onnur mál.

Verður niðurstøðan, at ákæra skal reisast, so verður tað fyrstu ferð, at eitt revsimál verður reist móti einum sitandi forsætisráðharra í Ísrael.

Netanyahu noktar seg sekan í ákærunum.

Kona hansara, Sara Netanyahu, er í løtuni ákærd fyri at hava misnýtt almennar pengar til at hava fingið kendar kokkar at matgera í almenna sætinum hjá forsætisráðharranum, hóast har longu er ein alment løntur kokkur í starvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659