Missa tosk í Grønlandi og svartkjaft í Føroyum

Missa tosk í Grønlandi og svartkjaft í Føroyum
Føroyar og Grønland skrivaðu í gjár undir avtalu í Keypmannahavn um fiskiveiðirættindi í 2019
Emanuel Rosing, grønlendski samráðingarleiðarin, og føroyski samráðingarleiðarin, Andras Kristiansen, sum skrivaðu undir sínámillum avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2019. Tað var á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
Mynd: Fiskimálaráðið  
 
05.12.2018 - 08:55

Føroyar missa 100 tons av toski undir Grønlandi næsta ár.

Føroyar og Grønland skrivaðu í gjár undir avtalu í Keypmannahavn um fiskiveiðirættindi í 2019.

Føroysk skip kunnu fiska 1.325 tons av toski, 475 tons av brosmu, 325 tons av svartkalva og royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er framvegis 500 tons.

Svartkalvakvotan við Vesturgrønland verður 100 tons eins og í ár.

Grønland uppsjóvarfisk í Føroyum 

Grønlendska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi minkar 2.500 tons niður í 13.500 tons. 

Grønland kann harumframt, eins og í ár, fiska kvotuna av svartkjafti, sum Grønland fær gjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. 

Hendan kvotan verður góð 6.200 tons í 2019, sum eru 1.320 tons minni enn í ár. 

Grønlendsk skip sleppa eisini at fiska 3.200 tons av norðhavssild í føroyskum sjógvi næsta ár. Hetta eru 700 tons meira enn í ár.

Vísindaliga tilmælið er, at toskakvotan við Eysturgrønlandi eigur at minka, og eisini er semja millum strandarlondini um at minka svartkjaftakvotuna í 2019. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507