Vil vita um hann framvegis er í Javnaðarflokkinum

Vil vita um hann framvegis er í Javnaðarflokkinum
Kristin Michelsen hevur sent ein teldurpost til løgmann og Helenu Dam á Neystabø, har hann spyr um hann er limur í flokkinum enn
 
03.01.2019 - 15:24

Kristin Michelsen hevur í dag sent teldupost til Løgmann og Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í tingbólkinum, har hann millum annað spyr hvørjar atkvøðugreiðslur løgmaður sipar til, tá hann sigur at Kristin Michelsen er farin úr tinginum uttan at boðað frá. Hann vil eisini vita um hann enn er limur í Javnaðaflokkinum. 

Í teldupostinum stendur millum annað: 

 

 Sum limur í tingbólkinum undrar tað meg, at tú sum løgmaður skrivar vegna tingbólkin, kann undirritaði fáa orsøkina til tað?

Løgmaður sigur, at tingbólkurin hevur tikið avgerð um, at jeg ikki eri partur av tingbólkinum.

Kann undirritaði fáa hesa avgerðina frá tingbólkinum, um nær og hvar tingbólkurin hevur tikið hesa avgerð, undirritaði hevur so ongi fundarboð fingið.

 

Tú sum formaður og løgmaður kann ikki góðtaka t.d. við, at jeg eri farin uttan at boða frá, tá fleiri atkvøðugreiðslur hava verið á skrá. Kann løgmaður greiða nærri frá, nær hetta eri fari fram?

 

Løgmaður boðar eisini frá, at starvsnevndin hevur tikið avgerð um, at undirritaði ikki sleppur at stilla upp til næsta løgtingsval. Kann undirritaði fáa hesa avgerð frá starvsnevndini?

Hvør er orsøkin, at starvsnevndin gongur ímóti avgerðini, ið landsfundurin samtykti við 118 fyri og bert 21 ímóti tann 1. Apríl 1017?

 

Harra løgmaður, hvat er broytt okkara millum, síðan tú sum løgmaður sendi mær soljóðandi SMS 18. Oktobur 2016:

 

“-havi ringt har. Hann tosar nokk við nevndina. Eg hevdi fyrireika listan, so tú ert klarur í so Fall!” Hetta eru orðini frá løgmanni í SMS boðunum til undirritaða. Hetta var eftir at undirritaði var koyrdur av javnaðarlistanum til kommunuvalið 2016. 7. november 2016 fekk undirritaði aftur SMS boð frá løgmanni, aftaná at undirritaði hevði spurt um, um hann framvegis var limur í javnaðarflokkinum:“tú er sjálvandi framvegis ynsktur í flokkinum”.

 

At enda vil undirritaði spyrja løgmann og formann í javnaðarflokkinum “Eri jeg framvegis limur í Javnaðarflokkinum“?

 

Við javnaðarkvøðu

 

Kristin Michelsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610