Leita eftir rennara í Runavík

Leita eftir rennara í Runavík
Løgreglan leitar eftir einum ávísum rennara í Runavík, sum kann verða vitni til eitt møguligt ferðsluóhapp
 
09.01.2019 - 17:05

Hendingin fór fram í Runavík 12. november um 5-tíðina seinnapartin á Mýravegi - beint sunnanfyri Gerðisveg, har ein bilur møguliga hevur rent á ein drong á rennihjóli. 

Jan Poulsen, økisleiðari fyri løgregluna í Norðurøkinum, sigur, at rennarin tosaði stutt við drongin og við bilføraran, men ikki er greitt, hvør hesin maðurin er.

Løgreglan vil fegin vita, hvat hann veit um málið, og heitir tí á hann um at seta seg í samband við løgregluna.

Løgreglan hevur tlf. 114.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688