Føroyingar raskir at arbeiða

Føroyingar raskir at arbeiða
Arbeiðsfjøldin í Føroyum er lutfalsliga tann størsta í Evropa. 88 prosent av føroyskum monnum og 84 prosent av kvinnum arbeiða
86 prosent av øllum føroyingum arbeiða. Arbeiðsfjøldin í Føroyum er lutfalsliga tann størsta í Evropa
 
22.01.2019 - 10:23

Føroyingar eru raskir at arbeiða. Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum, tað vil siga arbeiðsfjøldin í prosentum av fólkatalinum, tann størsti í Evropa, við Íslandi tætt aftanfyri.

Av øllum teim 36.500 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 31.500 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru um 5.000, sambært nýggjum tølum hjá Hagstovuni.

Sostatt er vinnutíttleikin millum føroyingar umleið 86 prosent, roknað fyri bæði kynini. Hjá monnum er vinnutíttleikin 88 prosent og hjá kvinnum nærum eins stórur við 84 prosentum.

Vinnutíttleikin tann størsti í Evropa

Vinnutíttleikin millum føroyingar er umleið 86 prosent, roknað fyri bæði kyn, sum er tann størsti í øllum Evropa. Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør.

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku.

Uttan fyri vinnu eru millum annað ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, millum annað av aldri ella øðrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502