Sigfríður Clementsen venjari hjá FC Suðuroy

Sigfríður Clementsen venjari hjá FC Suðuroy
Sigfríður Clementsen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá FC Suðuroy
 
23.01.2019 - 21:30

Nú er greitt, at Sigfríður Clementsen verður venjari hjá FC Suðuroy komandi kappingarár.

Sigfríður Clementsen verður eisini venjari hjá Fótbóltsakademi Føroya, skrivar FC Suðuroy á sínari heimasíðu.

45 ára gamli Sigfríður Clementsen, sum hevur UEFA A-prógv, hevur fyrr verið venjari hjá B36, ÍF, AB, EB/Streymi, HB, TB og Víkingi.

-Vit eru sera fegin um at hava fingið ein av allarbestu venjarunum í landinum til felagið, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy.

FC Suðuroy skal í ár spæla í triðbestu landskappingini, 2.deild.

Sigfríður Clementsen byrjar í starvinum 1.februar

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365