Súlan byrjar í morgin ári

Súlan byrjar í morgin ári
Súlan fer í siglingina millum Hvannasund og Svínoynna og Fugloynna fríggjamorgunin
 
31.01.2019 - 13:28

Súlan fer í siglingina millum Hvannasund og Svínoynna og Fugloynna í morgin ári. Súlan tekur bara ferðafólk.

Strandfaraskip landsins hevur leigað Kavaran til at sigla við farmi til oyggjarnar. Hann fer ein túr í morgin og aftur í næstu viku.

Súlan var á veg norður til Hvannasunds týsdagin, tá hon fekk maskinbrek.

Sildberin sleipaði Súluna

Sildberin sleipaði Súluna til Havnar, har brekið er umvælt. Tjørnunes siglir nú við ferðafólki til Svínoyar og Fugloyar.

Skrúvan hjá Rituni, sum annnars siglir á leiðini, fekk skaða leygardagin 26. januar. Skrúvan er send til Danmarkar til umvælingar.

Tyrlan flýgur til Svínoynna og Fugloynna tríggjar dagar um vikuna um veturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541