Eingin semja við Ísland

Eingin semja við Ísland
Eingin semja kom buturúr samráðingunum í gjár í Havn millum Føroyar og Ísland um fiskirættindi
Eingin semja enn millum Føroyar og Ísland um fisk
 
01.02.2019 - 13:23

Eingin semja kom buturúr samráðingunum í gjár í Havn millum Føroyar og Ísland um fiskirættindi. Samráðingarnar eru um fiskirættinda-sáttmálan fyri 2019 og eina rammuavtalu fyri fleiri ár.

Nýggjur fundur er ikki ásettur. Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni, er føroyskur samráðingar-leiðari og sigur, at semja er um okkurt - og ósemja er framvegis um okkurt annað.

Hetta var fjórði fundurin millum londini. Á fundinum í gjár vóru tvey embætisfólk úr Íslandi og trý úr Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730