Krøvini um upptøku linka

Krøvini um upptøku linka
Kravið um sleppa at læra til námshjálpara, hjálparfólk, skal linkast, sigur Mentamálaráðið
Útbúgvingin til hjálparfólk verður í Heilsuskúlanum í Hovi.
 
06.02.2019 - 12:18

Kravið um sleppa at læra til námshjálpara, hjálparfólk, skal linkast.

Í lógaruppskotinum hjá Mentamálaráðnum, sum er í Mentanarnevndini, stendur, at upptøkukravið er níggjundi flokkur og viðkomandi útbúgvingar- og arbeiðsroyndir í minsta lagi í tvey ár. 

Hetta eigur at verða broytt til eitt ár eftir níggjunda flokk, sigur Rigmor Dam í brævi til Mentanarnevndina 21.januar, sama dagin, hon fór frá sum landsstýriskvinna.

Uppskotið um hesa broyting kemst av, at í hoyringarsvarum um lógaruppskotið verður viðmerkt, at upptøkukravið er ov stórt samanborið við aðrar yrkisútbúgvingar.

Ov stór krøv kunnu forða fólki í at fara í aðra útbúgving skjótast gjørligt eftir fólkaskúlan, sigur Mentamálaráðið.

Ætlanin er, at námshjálparaútbúgvingin verður á Heilsuskúlanum í Hovi.  

Mentanarnevndin hevði fund fyrrapartin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873