HB fer at styrkja hópin við fleiri spælarum

HB fer at styrkja hópin við fleiri spælarum
HB vil hava ein ella tveir spælarar afturat, sum kunnu styrkja hópin, sigur venjarin, Heimir Guðjónsson
07.02.2019 - 10:00

Føroyameistarin, HB, hevur ikki skift stórvegis út í hópinum, sum vann FM-gull í fjør.

Hørður Askham er komin til felagið úr KÍ, og Pætur Petersen er komin úr EB/Streymi.

Tríggir spælarar, sum vóru við, tá árið endaði í fjør, eru farnir úr hópinum.

John Frederiksen er farin til danska felagið Frem. Heri Mohr er farin til AB og Grétar Gunnarsson er farin til FH í Íslandi.

HB skal í ár spæla í øllum førum fýra evropeiskar dystir, og tí er neyðugt við fleiri spælarum, sigur Heimir Guðjónsson.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595