Skúlaferðslan á Glyvrum ein hurlivasi

Skúlaferðslan á Glyvrum ein hurlivasi
Ferðslan við Glyvra skúla skal nú gerast tryggari
Glyvra skúli. Samskifti hevur í eina tíð verið millum skúlan, skúlastýrið og kommununa um nógvu ferðsluna við skúla.
Mynd: Runavíkar kommuna  
 
07.02.2019 - 07:24

Ferðslan við Glyvra skúla skal nú gerast tryggari.

Hon er komin í býráðíð í Runavík, sum í ár hevur sett av 250.000 kr. til ferðsluna við skúlan. 

Á býráðsfundinum herfyri samtykti býráðið einmælt, at tekniska deild hjá kommununi ger uppskot um eina loysn á ferðsluviðurskiftunum við Glyvra skúla.

Tá tað arbeiðið er liðugt, verður málið tikið upp til nýggja politiska viðgerð í býráðnum.

Eftir tað ber til at fara undir arbeiðið, í fyrstu atløgu fyri játtanina, 250.000 kr., sum longu er sett av til endamálið í hesum árinum.

Um átta-tíðina á morgni er støðan við Glyvra skúla tíðum ørkymlandi.

Har eru bussar, bilar, og skúlabørn til gongu ella á súkklu hvørt um annað við ein høvuðsveg, har sum nógv ferðsla er.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Týsdag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 16.juni 2026
209562
Mánadag 15. juni
Poppverturin 3
208457
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762