Kunngerð gjørd um uppboð í ár

Kunngerð gjørd um uppboð í ár
Fiskimálaráðið hevur gjørt uppskot um, hvussu nógv tons av fiski skulu seljast á uppboðssølum í ár. Uppskotið er sent til hoyringar
Rætturin at fiska verður aftur í ár seldur á uppboðssølu
 
08.02.2019 - 07:42

Sambært uppskotinum um kunngerð skal rætturin at fiska 51.837 tons av svartkjafti bjóðast út, 25.061 tons av makreli og 53.016 tons av norðhavssild.

Harafturat skal rætturin at fiska 2.055 tons av botnfiski í russiskum sjógvi, 700 tons í norskum sjógvi og rætturin at fiska 274 tons av botnfiski við Svalbard bjóðast út.

Í fjør vórðu seld rættindi at fiska 4.769 tons av botnfiski, 89.169 tons av svartkjafti, 10.916 tons av makreli og 12.490 tons av norðhavssild.

Hetta var meira enn í ár, tá makrelur og sild eru undantikin. Rætturin at fiska verður í ár boðin út sum rættur í eitt ár, trý ár ella í átta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115