Eftirsleip fyri 375 mió. kr.

Eftirsleip fyri 375 mió. kr.
Eftirsleipið á undirstøðukervinum er níggju ferðir so stórt sum árliga rakstrar- og viðlíkahaldsjáttin er, sum Landsverk fær um árið
Landsverk skal brúka 150 milliónir krónur til viðlíkahald í tunlum
 
08.02.2019 - 12:53

Eftirsleipið á undirstøðukervinum, tað eru vegir, tunlar og brýr, er níggju ferðir so stórt sum árliga rakstrar- og viðlíkahaldsjáttin er, sum Landsverk fær.

Hetta er nógv størri enn eftirsleipið í hinum Norðurlondunum. Tað er millum eina og seks ferðir árligu rakstrarjáttanina. Í Føroyum er eftirsleipið 375 milliónir krónur.

Eftirsleip kemst av vantandi viðlikahaldi. Samferðsluætlanin 2018-2030 sigur, at undirstøðukervið gerst í alsamt verri standi ár undan ári, tí neyðugu inntrivini ikki verða gjørd. 

Rakstur og viðlíkhald mugu raðfestast hægri politiskt og takast í størri álvara. Tey hava tí fingið eitt serligt pláss í nýggju samferðsluætlanini 2018-2030.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541