Tvøroyrar kommuna lýsir nú aftur við býráðsfundi

Tvøroyrar kommuna lýsir nú aftur við býráðsfundi
Men heldur ikki hesaferð stendur nakað um dupultmandatið hjá borgarstjóranum á lýstu fundarskránni.
 
09.02.2019 - 11:22

Fundur er settur at verða mikukvøldið klokkan sjey. Spurdur um, hví málið um dupultmandatið ikki er á skránni enn, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri, at hann ikki heldur, at tað er búgvið til tað enn.

Meirilutin í býráðnum hevur annars samtykt, at Kristin Michelsen skal velja um hann vil vera borgarstjóri ella tingmaður. Tað skal borgarstjórin so sjálvur taka støðu til, men málið er ikki búgvið, sigur hann. Kommunala eftirlitið bíðar annars eftir svari frá borgarstjóranum á Tvøroyri um, hvat er hent, eftir at býráðið fyri nýggjár samtykti, at hann skal velja millum sessirnar, og eftirlitið vil eisini hava at vita, hví einki er hent.

Men úr borgarstjórasessinum á Tvøroyri sær málið heilt øðrvísi út: Kristin Michelsen heldur, at Kommunala Eftirlitið er ógegnigt, og hann vil hava, at støða verður tikin til spurningin um gegnið hjá eftirlitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815