Fleiri flyta til enn úr

Fleiri flyta til enn úr
Fólkatalið í Føroyum vaks 883 fólk í fjør. Fólkatalið 1. januar var 51.371, skrivar Hagstovan
Fólkatalið vaks í fjør og fór upp um 51.000
 
13.02.2019 - 13:03

Vøksturin er 1,7 prosent. Burðaravlopið, munurin millum deyð og fødd, var 293 og nettotilflyting var 590 í 2018.

Bæði tølini eru størri enn í 2017. Men bæði í Sandoyar sýslu og í Suðuroyar sýslu minkaði fólkatalið í fjør, ávikast 0,9 og 0,4 prosent.

Størstur er vøksturin í Tórshavnarøkinum og í Eysturoyar sýslu, ávikavist 2,3 og 2,2 prosent. Tað er størri vøkstur enn miðalvøksturin í landinum, sum var 1,7 prosent.

1.248 fluttu úr Føroyum

Í Tórshavnarøkinum búðu 38 prosent av fólkatalinum í Føroyum 1. januar í ár.

Hagstovan skrivar, at ikki síðani 1980 eru so fá fólk flutt úr Føroyum sum tey 1.248 sum fluttu í fjør.

Hagstovan sigur, at rokna vit fráflytingina samanborna við fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, sum Hagstovan røkkur aftureftir í hagtalsgrunninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083