Kristina í finaluna

Kristina í finaluna
Í gjár var greitt, at Kristina Bærendsen hóast alt skal luttaka í íslendsku melodi grand prix finaluni
 
17.02.2019 - 09:52

Seinna hálvfinalan í íslendska melodi grand prix-kappingini var í gjárskvøldið, og nú er greitt, at tveir føroyingar verða við í finaluni. Tað skrivar portal.fo. 

Sjálvt um Kristina Bærendsen ikki kom við í fyrru hálvfinaluni, er tað soleiðis, at umframt teir tveir sangirnir, ið eru valdir í hvørjari hálvfinalu, velur dómsnevndin ein fimta sang. Og í gjár varð avdúkað, at dómsnevndin hevur valt sangin hjá Kristinu Bærendsen at luttaka í finaluni, sum verður í mars.

Hin føroyingurin, sum verður við í finaluni, er Jógvan Hansen, ið er kórsangari hjá Friðrik Ómar, sum Jógvan Hansen eisini hevur samstarvað við áður. 

Til fyrru hálvfinaluna sang Kristina Bærendsen sangin "Ég á mig sjálf", sum á føroyskum merkir "Eg eigi meg sjálva". Men til finaluna sleppur hon at framføra ensku útgávuna "Mama Said".

Tann, sum vinnur finaluna, sleppur at umboða Ísland í altjóða Eurovision sangkappingini, sum verður hildin í mai. Ísrael vann kappingina í fjør, og tí verður ársins altjóða kapping hildin í Tel Aviv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532