Næsta stig í tollkrígnum útsett

Næsta stig í tollkrígnum útsett
Tollhækkingin uppá kinesiskar vørur, sum koma til USA, skuldi eftir ætlan koma í gildi 1. mars
USA og Kina hava um vikuskiftið gjørt somikið stór framstig í samráðingunum um handilssamskiftið, at Donald Trump hevur útsett ætlanina um at hækka tollin á kinesiskum vørum
 
25.02.2019 - 07:27

USA og Kina hava um vikuskiftið gjørt somikið stór framstig í samráðingunum um handilssamskiftið, at Donald Trump hevur útsett ætlanina um at hækka tollin á kinesiskum vørum. Tollhækkingin skuldi eftir ætlan koma í gildi 1. mars.

Av tí sama verður tollurin ikki hækkaður nú. Amerikanski forsetin sigur, at líkindi eru til, at hann um ikki so langa tíð fer at hitta kinesiska forsetan, so teir báðir kunnu skriva undir eina nýggja handilsavtalu.

Handilssamráðingar vart í fleiri mánaðir

Hvussu langt samráðingarnar ímillum Kina og USA eru komnar, er kortini ikki greitt, men amerikanski forsetin sigur, at um einar tvær vikur verður væntandi komið á mál.

Eisini kinesisku myndugleikarnir hava boðað frá, at stór framstig eru hend í samráðingunum. Trump hevur boðað frá, at tollurin á ávísar kinesiskar vørur skuldi hækka úr 10 upp í 25 prosent frá 1. mars, um eingin avtala fekst.

Talan var um vørur fyri 200 milliardir dollarar, ið svara til 40 prosent av amerikanska innflutninginum úr Kina. Handilssamráðingarnar ímillum USA og Kina hava vart í tríggjar mánaðir, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655