Bíða enn eftir fundarboðum

Bíða enn eftir fundarboðum
Eldrasamstarvið í Suðuroynni bíðar enn eftir fundarboðum frá landsstýrinum, hóast fundurin skuldi havt verið fyrr í hesum mánaðinum
Í hvussu so er løgmaður og tríggjar landsstýriskvinnur skulu til Suðuroynna at fundast við Bú- og heimatænastuna í oynni
 
26.02.2019 - 08:16

Í hvussu so er løgmaður og tríggjar landsstýriskvinnur skulu til Suðuroynna at fundast við Bú- og heimatænastuna í oynni. Bú- og heimatænastan sigur seg hava ov fáar pengar til eldrasamstarvið og vil fundast við landsstýrið um tað.

Bú- og heimatænastan bað landsstýrið um eina serskipan, sum Sandoyggin hevur, men hana fingu tey ikki. Fundur var í januar, og tá varð avtalað at hava fund aftur fyrst í februar. 

 >> SÍ EISINI Eingin serskipan fyri eldraøkið í Suðuroy

Men enn er eingin fráboðan komin, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági og formaður í stýrinum hjá Bú- og heimatænastuni. Stýrið hevur oftari enn eina ferð spurt, hvussu verður við fundinum, men uttan úrslit. 

Í desember í fjør segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at eingin serskipan verður gjørd fyri eldraøkið í Suðuroynni. Tá hótti stýrið fyri eldraøkið við at leggja frá sær, tí tað fekk ikki økið at klára seg fíggjarliga.

Men løgmaður svaraði, at hóast inntøkugrundarlagið í Suðuroynni er lægri enn aðrastaðni í landinum, kemst tað ikki av, at eldraøkið varð flutt út til kommunurnar. Hallið hjá Bú- og heimatænastuni var nakrar milliónir krónur í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290