Ewald Kjølbro nýggjur stjóri hjá MT Højgaard

Ewald Kjølbro nýggjur stjóri hjá MT Højgaard
Fyrrverandi stjórin á Landsverki tekur 1. mars við sum deildarstjóri hjá byggifelagnum, MT Højgaard
Ewald Kjølbro tekur 1. mars við sum stjóri hjá MT Højgaard í Føroyum
 
26.02.2019 - 15:27

Ewald Kjølbro, fyrrverandi stjóri á Landsverki, tekur 1. mars við starvinum sum deildarstjóri í byggifelagum MT Højgaard, og fær ábyrgd av virkseminum hjá byggifelagnum í Føroyum.

Ewald Kjølbro er 54 ára gamal, og hann var stjóri á Landsverki frá 2011 til desember í fjør. Stóra virksemið í Føroyum er orsøkin til, at styrkt verður um leiðsluna í Føroyum, sigur MT Højgaard í tíðindaskrivi.

Gunnar Grækarisson, sum hevur verið leiðari hjá MT Højgaard í Føroyum, heldur fram at hava ábyrgd av sølu og tilboðum í Føroyum, og harumframt fer hann at styrkja tilboðsarbeiðið í allari norðuratlantisku deildini hjá byggifelagnum.  

Fleiri sáttmálar um privat- og almenn arbeiði

MT Højgaard hevur millum annað verið við til at byggja nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum varð latin fýra mánaðir fyri tíðina, sambært tíðindaskrivinum.

Byggifelagið MT Højgaard hevur harumframt gjørt sáttmálar um bæði privatar og almennar byggiuppgávur, eitt nú at útbyggja skúlan í Fuglafirði.

Ewald Kjølbro var stjóri í Landsverki til 19. desember, tá hann og Samferðslumálaráðið avgjørdu at enda samstarvið orsakað av byggimálinum á Glasir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. februar
RagnarRokk 26.februar 2026
203954
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Hósdag 26. februar
Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt
204901
Hósdag 26. februar
Nýtt ljóð
204892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816