Fimm heiðursmerkir í Danmark

Fimm heiðursmerkir í Danmark
Ung ítróttarfólk hjá Hvirluni kláraðu seg væl í Danmark
Mynd: hvirlan.fo  
 
28.02.2019 - 11:19

Farna vikuskifti var innandura Danmarkameistarakapping fyri ung í frælsum ítrótti í Skive. 

Hvirlan sendi fimm íðkarar til kappingina og vunnu tey hvør sítt heiðursmerki.

Hetta er triðja innandura kappingin felagið hevur verið til í vetur og úrslitini hava verið góð hvørja ferð. 

Miso Buha vann bronsu

Miso Buha hevur trýstøkk sum sergrein, og hóast sín unga aldur, hevur hann verið nær við at klára oyggjaleikakravið í ár.

Til DM-ung eydnaðist tað tíverri ikki at finna teir seinastu sentimetrarnar, men til allar kappingarnar í vetur hevur Miso prógvað at grundstøðið er høgt og hesaferð var longsta trýstøkk 12,97 metrar sum rakk til bronsumerki.

Lýdia Poula Simonsen vann bronsu

Lýdia Poula Simonsen, sum er kúluvarpari, hevur føroysku metini í kúluvarp og klingrukast.

Hon hevur longu klára oyggjaleikakrøvini og roynir nú eftir at stoyta kúluna yvir 11 metrar.

Bæði í Reykjavík og í Gøteborg bøtti Lýdia um síni úrslit, men til DM-ung var stoytt ein tumma stytri, 10,71 metrar, hetta var tó nóg mikið til at vinna bronsuna.

Dánjal Dahl Ljósheim vann bronsu

Dánjal Dahl Ljósheim, sum rennur sprint og miðteinar, frá 400 metrar til 3000 metrar, royndi seg hesaferð á 400 metrum.

Dánjal er nú í aldursbólkinum 18-19 ár og tí er talan um harða mótstøðu.

Hetta nervaði tó ikki Dánjal, sum rann upp til sítt besta og setti persónligt met við tíðini 54,21 sekund og vann bronsumerki

Edna Maria Debes vann bronsu

Edna Maria Debes hevur altíð dáma væl at royna seg í fleiri greinum. Seinnu árini er tað tó lop sum hevur verið yndisgreinin.

Edna Maria hevur eina tíð vant við lágum blussi, men síðan hon flutti til Danmark í lestrarørindum hevur hon gjørt meira við sína venjing.

Endamálið við DM-ung hesaferð var at royna formin. Væl gekk, tí hon tekur seg fram til hvørja kapping og hesaferð eydnaðist henni at vinna bronsumerki í trýstøkk.

Børka Berg Jørgensen vann silvur

Børka Berg Jørgensen kappast í aldursbólkinum gentur 14-15 ár, men hevur longu megna úrslit sum kunnu samanberast við eldri aldursbólkar.

Í Skive royndi hon seg í greinunum 60 metur rimarenning og trýstøkk. Í rimarenning staðfesti hon sítt grundstøði tá hon rann við tíðini 10,54 sekund sum er áleið hennara persónliga besta.

Í trýstøkk vóru vónirnar til heiðursmerkið stórar. Børka var mett at vinna silvur. Á sjálvum degnum eydnaðist ikki at fáa tað at rigga, men kortini vísti Børka styrki og megnaði í sínum besta lopi at vinna sær silvur, bert tveir sentimetrar frammanfyri nummar trý.

Umstøðurnar ikki nóg góðar

Sjálvt um kappast verður innandura og hini londini kunnu bjóða sínum íðkarum góðar umstøður, so venja føroysku feløgini úti alt árið. Hetta eru ikki optimalar umstøður, tí kavi, myrkur og vindur órógva venjingina.

Íðkarnir hava trupult við at halda seg heitar og váta undirlagi og myrkri ger tað trupult at venja tekniska partin av ítróttargreinini.

Frælsur Ítróttur Føroyar vónar, at stig verða tikin til at bøta um hetta, áðrenn Føroyar verða vertur fyri oyggjaleikunum um fá ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320