Tilmæli um hvussu børn fáast at lesa meira

Tilmæli um hvussu børn fáast at lesa meira
Fleiri bøkur, bókasavn í hvørjum skúla, skipað lesing, talgilding og lesikanning. Hetta eru uppskot um, hvussu føroysk børn fáast at lesa meira
Hanna Jensen, landsstýriskvinna, fær tey 12 tilmælini um, hvussu børn fáast at lesa meira
Mynd: Mentamálaráðið  
 
28.02.2019 - 11:48

Ein kanning, sum varð gjørd í trimum árgangum í fólkaskúlanum undanfarna skúlaár, vísti, at føroysk børn lesa alt ov lítið.

Nú hava Turið Kjølbro, Marjun Ziskason, Lydia Didriksen og Sissal M. Rasmussen, sum fingu kanningina í lag, eisini gjørt eitt upprit um, hvussu børn fáast til at lesa meira.

Í uppritinum, sum eitur "Føroyar lesa 2020", eru 12 tilmæli um ítøkilig átøk. Tær fýra mæla til, at ein nýggj, meira umfatandi kanning verður gjørd. 

Fleiri bøkur skulu gevast út

Millum annað eigur at verða kannað, hvussu tímarnir í føroyskum í grunddeild og miðdeild verða gagnnýttir. Mælt verður til, at námsfrøðingar og lærarar fáa eftirútbúgving í lesihegni.

Nógv fleiri bøkur skulu gevast út, skúlabókasavn skal vera í hvørjum skúla, og tey, sum longu eru, skula uppraðfestast, og skipað lesing skal verða í fólkaskúlanum.

Turið Kjølbro, Marjun Ziskason, Lydia Didriksen og Sissal M. Rasmussen mæla til at fyrireika málrættað og landsumfatandi lesiátak næsta ár til frama fyri øll í Føroyum.  

Tilfar skal talgildast

Tær mæla eisini til at varpa ljós á lesigleði í almenna rúminum og, at alt tilfar, sum hevur áhuga hjá yngri og eldri børnum, verður savnað á einum barnaportali. 

Kannast skal, hví heilir flokkar í fólkaskúlanum hava jaligan hugburð og aðrir neiligan til lesing. Eitt tilmæli er um lesikanning skúlaárið 2021-2022 eftir sama leisti sum kanningin í farna skúlaári.

Eitt annað tilmæli er at talgilda tilfar til pallar, sum børn brúka, og tær fýra mæla eisini til at heiðra barnabókina við einum árligum degi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Leygardag 20. desember
Morgunlestur leygardagur 20.desember 2025
201809
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723