Fiskimannaskúli ikki á veg

Fiskimannaskúli ikki á veg
Men útbúgvingarøkið verður endurskoðað, sigur landsstýriskvinnan
Eingin skúli fyri fiskimenn er á veg.
 
06.03.2019 - 08:11

Ein fiskimannaskúli er ikki á veg í Føroyum í løtuni.

Men landsstýriskvinnan ætlar at endurskoða hetta økið í næstum. 

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum, hevur svarað sínum fyrsta grein 52a fyrispurningi.

Hann var frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni.

Hann spurdi, um arbeitt verður við at fyrireika ein fiskimannaskúla í Føroyum.

Menna útbúgvingar

Hanna Jensen svarar, at arbeitt verður ikki við tí. 

Hon sigur tó, at átrokandi er at menna útbúgvingar til tørvin á arbeiðsmarknaðinum og serliga í høvuðsvinnu okkara, fiskivinnuni. 

Ætlanir eru um at byrja hesa menning saman við viðkomandi skúlum, stovnum, feløgum og vinnuni sum skjótast.

Hanna Jensen sigur, at fyri 12 árum síðani varð bjóðað út ein yrkisútbúgving í fiskireiðskapi.

Men áhugin var ikki stórur. Bara ein lærlingur fekk útbúgving eftir skipanini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329