Sethúsini í Havn kosta minni nú enn í 2017

Sethúsini í Havn kosta minni nú enn í 2017
Men uttan fyri Havnina eru sethúsini vorðin dýrari, serliga við Skálafjørðin
Prísurin á sethúsinum í Havn er steðgaður
 
11.03.2019 - 11:18

Eini sethús í Havn kosta nú eitt sindur minni enn tey gjørdu í 2017. Men uttan fyri Havnina eru sethúsini vorðin dýrari, serliga við Skálafjørðin. Tað sigur Búskaparráðið í sínari várfrágreiðing.

Ráðið sigur, at fólk, sum vita um bústaðarmarknaðin í Føroyum, halda, at húsaprísirnir í Havn eru falnir eitt vet frá 2017 til triðja ársfjórðing í 2018, tí peningastovnarnir seta størri krøv til teirra, sum biðja um lán.

Samstundis kosta húsini uttan fyri Havnina nú í miðal 230.000 kr. meira enn í 2017. Prísirnir fyri hús í Havn hava verið vaksandi síðan 2012. Og teir eru nú nógv hægri enn í 2007.

Munurin vaks nógv

Munurin millum húsaprísir í Havn og aðrastaðni í Føroyum vaks sera nógv í 2006. Ein prísmunur upp á eina góða millión krónur helt sær til 2016, tá prísmunurin fór upp á 1,5 milliónir krónur.

Men munurin er síðani fallin eitt vet í triðja ársfjórðingi 2018, sigur Búskaparráðið. Íbúðir eru ikki við í hesum tølum. Bara hús við grundstykki millum 250 og 1.000 fermetrar eru við í tølunum.

Búskaparráðið sigur, at prísurin fyri íbúðir er vaksin lutfalsliga meira enn prísurin fyri sethús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189