Keypti fyri Strandfaraskip landsins

Keypti fyri Strandfaraskip landsins
Strandferðslan hevur brúkt Faroe Maritime Management sum meklara, ella millumlið, í keypinum
Tá Alpha Pilot, væntandi undir nýggjum navni, fer at sigla á Hestleiðini um mánaskiftið, gevst Jósup har.
 
11.03.2019 - 11:25

Hósdagin í síðstu viku boðaðu Samferðslumálaráðið og Strandfaraskip landsins frá, at Alpha Pilot varð keyptur at sigla millum Gomlurætt og Hest.

Dagin eftir, fríggjadagin, boðaði skipakrásetingin frá, at smápartafelagið Faroe Maritime Management í Havn hevði keypt Alpha Pilot frá smápartafelagnum Búrhellu í Klaksvík.

Felagið í Havn stendur nú sum eigari í Teyggjuni.fo.

Men tað verður ikki leingi, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins.  

Meklari

Strandferðslan hevur brúkt Faroe Maritime Management sum meklara, ella millumlið, í keypinum.

Sp/f Faroe Maritime Management keypti Alpha Pilot fyri 350.000 kr. Landið keypir hann fyri 400.000.

Alpha Pilot verður nú riggaður til at sigla fyri Strandfaraskip landsins. Hann skal millum annað málast bláur, so liturin verður tann sami sum onnur skip hjá stovninum hava.

Alpha Pilot, sum er bygdur í 1974, hevur øll loyvi, sum eru kravd, tá siglt verður við ferðafólki.

Alpha Pilot tekur 25 ferðafólk um summarið og 18 um veturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta í Glyrva kirkju
206625
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597