Ikki undirtøku ella ikki viðgjørd í umboðsráðnum

Ikki undirtøku ella ikki viðgjørd í umboðsráðnum
Nøkur uppskot, sum eru send til ársaðalfundin hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna, eru viðgjørd í umboðsráðnum og hava ikki fingið undirtøku har
Níggju uppskot um viðtøkubroytingar skulu viðgerast á ársaðalfundinum hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna fríggadagin í næstu viku.
 
26.03.2019 - 11:47

Nøkur uppskot, sum eru send til ársaðalfundin hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna, eru viðgjørd í umboðsráðnum og hava ikki fingið undirtøku har, sigur formaðurin í ráðnum, Jákup Egholm Hansen.

Onnur uppskot, sum umboðsráðslimir hava sent til ársaðalfundin, eru ikki viðgjørd í umboðsráðnum.

Umboðsráðið hevur tí eitt uppskot á ársaðalfundinum um at seta neyvari treytir, tá einstaklingar í umboðsráðnum kunnu krevja uppskot á skránna til ársaðalfundin.

Umboðsráðið hevur eisini uppskot um dagførdar reglur um valbæri. Tær, sum nú eru, eru meira enn 20 ára gamlar. Krøvini um vælbæri eru eisini herd nú.

Fólk í umboðsráðnum hava eisini sent uppskot til ársaðalfundin. Tey eru seks í tali.

Millum annað er uppskot um at leingja valskeiðið hjá umboðsnevndarlimum úr fýra árum upp í seks ár. 

Ársaðalfundurin hjá Ognarfelagnum verður 5.apríl.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155