Ørur maður og harðskapur

Ørur maður og harðskapur
Løgreglan fer í dag at kanna eitt harðskapsmál. Um 5-tíðina í morgun fekk løgreglan fráboðan frá einum persóni um, at hann var sligin í høvdið
 
31.03.2019 - 10:12

Løgreglan fór á staðið og skuldi avhoyra vitni, men tey vóru øll so mikið ávirkað av rúsdrekka, at avgjørt var at bíða til í dag. Um midnáttarleitið tók løgreglan ein mann við sær á støðina at sova rúsin av sær.

Fólk boðaðu støðini frá, at ein maður um 50 ára aldur var illur í sær í miðbýnum í Havn. Tá løgreglan kom í býin var maðurin illur við øll. So ør fólk tekur løgreglan við sær á støðina, so tey ikki gera seg inn á onnur.

Maðurin verður, tá hann vaknar, skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar. Næstsíðstu nátt fóru nøkur herverk fram í miðbýnum. Herverk varð framt móti tveimum bilum, ið stóðu parkeraðir síð um síð.

Báðir bilarnir vóru punkteraðir, helst við knívi. Og á Argjum vórðu rútarnir á eini gravkúgv knústir. Løgreglan hevur eingi vitni til hesi herverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678