Enn er sáttmálin ikki longdur

Enn er sáttmálin ikki longdur
Sáttmálin millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið fer úr gildi á miðnátt. Enn hava semingsmennirnir ikki longt sáttmálan.
 
31.03.2019 - 12:35

Samráðingar millum tey trý manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið, Skipara- og navigatørfelagið og Fiskimannafelagið, øðrumegin og Reiðarafelagið hinumegin slitnaðu hósdagin.

Partarnir hava sent boð eftir Semingsstovninum.

Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur við Kringvarpið, at Semingsstovnurin hevur fingið tilfar frá pørtunum, men at teir ikki eru farnir undir nakra semingsroynd enn, og at semingsstovnurin enn ikki hevur longt sáttmálan millum partarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454