Dýr bygging í Hoyvík

Dýr bygging í Hoyvík
Býráðið í Havn er í tvíningum um umlættingarheimið við Rólantsgøtu í Hoyvík. Minnilutin heldur, at heimið kostar ov nógv
Tórshavnar býráð er í tvíningum um umlættingarheim. Tað er ov dýrt, heldur minnilutin
 
04.04.2019 - 12:57

Heimið kostar 84 milliónir krónur. Bygningurin er íalt 2.223 fermetrar til støddar, sambært MT Højgaard, ið hevði lægsta tilboðið.

Tað svarar til 37.700 krónur fyri fermeturin - tá er kostnaðurin fyri innbúgvið tikin við í prísin.

Men meirilutin í býráðnum samtykti hóskvøldið at samráðast við byggifelagið MT Højgaard um umlættingarheimið og endurvenjingarmiðstøðina í Hoyvík.

Ætlanin er millum annað at fáa prísin niður.

Málið skal aftur í býráðið

Byggingin varð boðin út í innbodnari lisitasjón. Hini feløgini, sum vórðu boðin við, vóru Húsavarðatænastan og Articon.

Tá samráðingarnar við MT Højgaard eru lidnar, skal málið aftur í býráðið. Endalig støða er ikki tikin enn, sigur meirilutin í býráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329