USA ruddar upp í Vjetnam

USA ruddar upp í Vjetnam
 
21.04.2019 - 10:08

USA fer nú undir at rudda upp eftir sær í Vietnam eftir kríggi millum londini, ið endaði í 1975.

Talan er um kemiska evnið Agent Orange, sum varð sproytað á skógarlendi fyri at oyðilieggja tað og finna goymistøð í skóginum.

Í Agent Orange var millum annað dioxin, sum er sera eitrandi. 

Seinastu 40 árini ella so, síðan kríggi endaði, hava eitrandi evnini framvegis gjørt nógv um seg. Serliga í økinum Bien Hoa, uttanfyri Ho Chi Minh City.

Bien Hoa verður mett at at verða tað staðið í Vjetnam, sum er harðast rakt av eitranini.

Fleiri milliónir fólk eru ávirkaði av evninum og síðan kríggi hava tað verið óvanliga nógvir tilburðir av krabbameini, børn, sum verða fødd við ymsum brekum og øðrum sjúkum, sum hava beinleiðis samband við dioxin eitran.

Nú ætlar USA at rudda upp. Komandi 10 árini skulu tey brúka 183 milliónir dollarar at reinsa økið fyri kemisk evnir.

Mett verður, at yvir 80 milliónir litrar av Agent Orange vórðu brúktir í suður Vietnam millum 1962 og 1971.

Síðan kríggi hevur USA endurgoldið sínum herfólki, ið vórðu útsettir fyri kemiska evninum, men tey hava ikki latið endurgjald til vjetnamesarar.

Hetta er ikki fyrsta økið, ið verður ruddað fyri Agent Orange. Seint í fjør var økið Danang eisini ruddað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040