Flyta á Biskupstorg í morgin

bannari
Flyta á Biskupstorg í morgin
Í morgin er klárt at flyta í leigubústaðirnar á Biskupstorgi í Klaksvík
30 leiguíbúðir eru á Biskupstorgi í Klaksvík
 
30.04.2019 - 12:50

300 fólk eru á bíðilistanum hjá Bústøðum í Norðoyggjum. 130 teirra vístu áhuga fyri útboðnum hjá Bústøðum nú. 

Í tí útboðnum eru 30 íbúðir á Biskupstorgi og tríggjar í Hvannasundi. Íbúðirnar verða latnar teimum, sum hava staðið longst á bíðilistanum.

Men seks av íbúðunum á Biskupstorgi eru tó markaðar til Almannaverkið at lata eftir sínum egna bíðilista.

Næsta útluting hjá Bústøðum verður um ein mánað. Tá verða 38 íbúðir í Mattalág í Havn latnar teimum, sum skulu leiga tær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037