Pubbin á Tvøroyri letur aftur

Pubbin á Tvøroyri letur aftur
Avgerð er tikin um at gevast við virkseminum á Pubbini og Seglloftinum á Tvøroyri
Fríggjadagin 3. mai verður seinasti fimmarin í Pubbini á Tvøroyri, sum letur aftur
Mynd: Pubbin á Facebook  
 
30.04.2019 - 22:21

Fríggjadagin 3. mai verður seinasti fimmarin í Pubbini á Tvøroyri, sum letur aftur. Og 31. mai, tá Mentanarnátt er á Tvøroyri, er eisini seinasta tiltakið á Seglloftinum. Hetta verður kunngjørt á Facebook í kvøld. 

Anna Kirstin Thomsen, sum hevur rikið Pubbina og Seglloftið, meðan eitt felag í Havn eigur bygningarnar, sigur á Facebook, at hon er hørm um, at tey lata aftur.

Vónar, at virksemið heldur fram

Samstundis fegnast hon um, at tað eydnaðist beiggja hennara og øðrum at fáa friða bygningarnar og fiskaplássið, og at tey fingu umvælt Pubbina og Seglloftið soleiðis, at hetta nú eru millum hugnaligastu hølir í landinum. 

 Eg vóni sjálvandi, at virksemið heldur fram undir aðrari leiðslu, tí hesir bygningar eru upprunin til Tvøroyri, og her hevur altíð ýtt av lívi.

– Tað hevði verið stórt spell, um teir nú fara at standa myrkir og tómir eftir 183 árum, sigur Anna Kirstin Thomsen á facebookbólkinum hjá Pubbini og Seglloftinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659