Andstøðan broytti uppskot hjá landsstýrinum

Andstøðan broytti uppskot hjá landsstýrinum
Løgtingið hevur einmælt samtykt broytingar í lógini um sjófeingi
Løgtingið hevur samtykt broytingar í lógini um sjófeingi.
 
03.05.2019 - 13:07

Løgtingið hevur einmælt samtykt broytingar í lógini um sjófeingi.

Men broytingarnar er ikki tær somu sum í upprunaliga uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Vinnunevndin broytti uppskotið, tá hon fekk tað aftur úr tingsalinum.

Og tingið samtykti broytingaruppskotini, sum andstøðan í Vinnunevndini kom við.

Í upprunaliga uppskotinum vóru slakar 40 broytingar.

Nú, uppskotið er samtykt, eru tríggjar broytingar gjørdar. 

Andstøðan heldur, at tað hevur skund at fáa samtykt, at ófiskaðar kvotur í fjør kunnu flytast til í ár.

Og tað hevur skund at fáa samtykt, at fiskirættindi við Eysturgrønland ikki verða seld á uppboði.

Allar hinar broytingarnar kunnu bíða til seinni í ár, sigur andstøðan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096