Sultanurin í Brunei kúvendur

Sultanurin í Brunei kúvendur
Sultanurin í Brunei hevur fyribils ógildað lógina um at kynsligt samband millum samkynd og ótrúskapur verða revsað við steining
 
06.05.2019 - 09:05

Í apríl setti Brunei í gildi stranga sharialóggávu, sum millum annað loyvir deyðarevsing - at viðkomandi verður steinaður til deyðis, sum revsing fyri eitt nú neyðtøku, ótrúskap, kynsligt samband millum samkynd, rán og at fornerma Muhammed profet.

Sambært nýggju lógini verða stuldur og onnur harðskaps- og vinnings-brotsverk revsað við at armur ella bein verður høgt av. Tíðindini um nýggju lóginar elvdu til mikla øsing úti í heimi. 

ST hevur skýrt lóginar at vera ómenniskjaligar, og í sjónvarpaðari talu í sambandi við, at muslimski hátíðarmánaðurin, Ramadan, byrjar, lovaði Hassanal Bolkiah, sultanur, at nýggja lógin fyribils verður sett úr gildi. 

- Vit eru greið yvir, at homo-lógin hevur elvt til stúran. Í meira enn 10 ár er lógin um avrætting fyribils sett úr gildi, og hetta verður nú eisini galdandi fyri nýggju lógirnar, segði sultanurin. 

Sultanurin lovaði eisini, at Brunei fer at halda seg til ST-samtyktir viðvíkjandi torturi fyri at menna mannarættindini í landinum.

Mismunur hevur leingi verið framdur móti kynsligum minnilutum í Brunei, har islamsk konservatisma hevur verið í framgongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655