Spreingja og tetta í Eysturoyartunlinum

Spreingja og tetta í Eysturoyartunlinum
Nú eru 177 metrar eftir at spreingja, áðrenn hol er ígjøgnum í Eysturoyartunlinum. Nú eru sprongdir tilsamans 11.061 metrar
 
21.05.2019 - 18:30

Í seinstuni hevur arbeitt verið við at tetta lekar, sum helst stava frá rivum, sum ganga frá Flesjunum og norður ígjøgnum Tangafjørð. Hetta er ikki óvæntað út frá jarðfrøðiligu metingunum, sum vórðu gjørdar áðrenn arbeiðið uppá tunnilin byrjaði.

Í seinastu viku vórðu 27 metrar sprongdir Hvítanes-megin. Tilsamans eru nú sprongdir 5.188 metrar frá Streymoyarlandinum.

Rundkoyring á Rókini -Eysturoyarmegin, er sprongd liðug, og arbeiði at leggja leiðingar er byrjað, og heldur fram komandi vikurnar, skrivar Eysturoyartunnilin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655