Útboðið eigur at verða útsett

Útboðið eigur at verða útsett
Vinnuhúsið heitir nú á Samferðslumálaráðið um at útseta útboðið av Bygdaleiðum í eitt ár
 
22.05.2019 - 09:08

 Orsøkin til, at Vinnuhúsið nú heitir á Samferðslumálaráðið um at útseta útboðið, er óvissan um koyringina í Eysturoyartunlinum, sum eftir ætlan verður liðugur í desember í 2020.

Fleiri fyritøkur, sum røkja busskoyring, hava vent sær til Vinnuhúsið í sambandi við útbjóðingina av koyringini hjá Bygdaleiðum, sum eftir ætlan skal koma í gildi í mai næsta ár, og verða galdandi í sjey ár.

Freistin er á middegi 13. juni

Vinnuhúsið sigur í áheitanini á landsstýrismannin í samferðslumálum, at tað tykist at vera óumhugsað, at koyringin hjá Bygdaleiðum er boðin út nú so stutt fyri, at koyrandi verður í Eysturoyartunnlinum.

– Eingin ivi er um, at tunnilin fer at hava stóra ávirkan á, hvat tørvurin verður á hvørjari leið, til dømis støddin á bussunum. Tað er sera trupult hjá fyritøkunum nú at leggja upp fyri broytta samferðslumynstrinum, sum tunnilin ivaleyst fer at elva til, sigur Vinnuhúsið.

 >> SÍ EISINI Eiga at útseta útboðið í eitt ár

– Mett verður eisini, at broytta samferðslumynstrið ávirkar, hvørjar íløgur hóska til koyringina fyri og eftir, at tunnilin er latin upp, sigur Vinnuhúsið.

Vinnuhúsið heitir á Samferðslumálaráðið um at útseta útboðið av bygdaleiðum í umleið eitt ár, soleiðis at tað ber til at síggja, hvussu broytingin við Eysturoyartunlinum fer at ávirka tørvin hjá teimum ferðandi. 

– Hetta hevði bøtt munandi um grundarlagið hjá bussfyritøkunum at geva eitt dygdargott tilboð, sigur Vinnuhúsið í áheitanini á Samferðslumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541