Telvingin um sessirnar byrjað

Telvingin um sessirnar byrjað
Sessurin sum formaður í ES-nevndini og formaður í europeiska miðbankanum eru millum valdsmiklu sessirnar, sum fleiri vilja hava
 
28.05.2019 - 18:45

Kappingin um at fáa leiðslusessirnar í ES er byrjað, og statsleiðararnir í teimum 28 londunum tingast millum annað um tað í dag.

Sessurin sum formaður í ES-nevndini og formaður í europeiska miðbankanum eru millum valdsmiklu sessirnar, sum fleiri vilja hava.

Ein, sum sera fegin vil hava gamla sessin hjá Jean Claude-Juncker í ES-nevndini, er Frans Timmermans. BBC skrivar, at Timmermans lýsir støðuna, sum var hon tikin úr ráu sjónvarpsrøðina Game of Thrones. 

Telvingin verður helst drúgv

Væntað verður, at telvingin fer at vara í fleiri vikur, kanska mánaðir. ES-valið hevði við sær, at teir báðir stóru tingbólkarnir á miðjuni mistu sín meirluta, meðan tey liberalu, nationalistarnir og tey grønu vunnu fram. 

Hetta merkir, at ES-tingið gongur í fleiri bólkum nú, og at tað kann gerast tørførari at finna semju, samanborið við undanfarna valskeið. Á hesum fyrsta fundinum millum statsleiðararnar í dag lodda teir politiska dýpið og hvørji samstørv eru gjørlig.

Aftrat formanssessinum í ES-nevndini og í europeiska miðbankanum, skal nýggjur formaður finnast til Europaráðið og til uttanríkisleiðaran fyri ES. Nýggju embæltisfólkini skulu byrja 1. november, - tó byrjar formaðurin í Europaráðnum 1. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391