Eingin tekin um systemiskar váðar

Eingin tekin um systemiskar váðar
Útlánsvøksturin økist framhaldandi og Føroya Váðaráð heldur tí eyga við, hvussu skjótt útlánini vaksa. Váðaráðið hevur hildið sín sætta fund
Malan Johansen er forkvinna í Føroya Váðaráðið
 
31.05.2019 - 18:48

Føroya Váðaráð heldur ikki, at tekin eru um, at systemiskir váðar eru í føroyska bankageiranum, men heldur tó eyga við viðurskiftum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið.
 
Tað er niðurstøðan, eftir at Føroya Váðaráð hevur verið á fundi fyri sættu ferð. 

Útlánsvøksturin økist framhaldandi og Føroya Váðaráð heldur tí eyga við, hvussu skjótt útlánini vaksa, boðar Føroya Váðaráð frá í tíðindaskrivi seinnapartin. 

Samlaðu útlánini í mun til BTÚ vaksa, men eru kortini væl minni enn áðrenn undanfarnar kreppur. 

Útlán til vinnuna sum heild vaksa ikki merkisvert, men útlánsvøksturin er stórur í einstøkum vinnugreinum, eitt nú í byggivinnuni. 

Útlán til kommunur og almennar fyritøkur vaksa skjótast men tey hava minni váða fyri peningastovnarnar enn útlán til privata geiran.

Tó kann útláns­vøksturin til tað almenna vísa seg ikki at vera skynsamur í núverandi búskapar­gongd, tí fíggjarpolitikkurin í verandi støðu ikki eigur at stimbra eftirspurningin í búskapinum, vísir Váðaráðið á. 

Umboð frá "Det Systemiske Risikoråd" luttóku á fundinum við Føroya Váðaráð. Farið er undir at greina kapitalbuffaran í Føroyum, og tað verður gjørt í samstarvi millum Føroya Váðaráð og danska váðaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961