Vilja steðga ólógligum ferðavinnufiskiskapi

Vilja steðga ólógligum ferðavinnufiskiskapi
Vørn er farið undir eitt átak at steðga ólógligum ferðavinnufiskiskapi
 
08.06.2019 - 16:21

Í dag var Brimil á Porkeri og tók har fýra bátar við týskum ferðafólki, sum fiskaðu uttan neyðugu loyvini. 

Grein-40, stk.3 í lógini um fyrisiting av sjófeingi sigur, at "landsstýrismaðurin kann geva serstakt loyvi til fiskiskap í føroyskum sjógvi í sambandi við ferðavinnu."

Landsstýrismaðurin kan áseta nærri reglur um treytir fyri fiskifar, fiskiskapi, fiskileiðir, friðað øki, veiðinøgdir, reiðskapi og annað. Loyvt er ikki at avreiða veiðu frá slíkum fiskiskapi.

Tá Brimil tók teir fýra útróðrarbátarnar út fyri Porkeri seinnapartin, vísti tað seg, at týsku ferðamenninir høvdu eingi slík loyvi:

Sambært Óla Hans Olsen, skipara á Brimli, greiddu týskararnir frá, at teir skuldu hava veidda fiskin við sær heimaftur til Týsklands.

Týsku ferðamenninir leiga bátar frá føroyingum, og myndugleikarnir skulu nú eisini taka støðu til, um føroyingarnir skulu sektast fyri sín leiklut.

Sambært Óla Hans Olsen, hevur fiskiveiðieftirlitið ikki verið varug við henda trupulleika, fyrr hann bleiv almennur í fjølmiðlunum og løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard setti ein grein-52 fyrispurning um málið.

Men nú eru ábendingar um, at tílíkt virksemi fer fram fleiri staðni kring landið, sigur Óli Hans Olsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044