Tvær broytingar á landsliðnum

Tvær broytingar á landsliðnum
Tveir nýggir spælarar koma inn í byrjanaruppstillingina til dystin ímóti Norra
 
10.06.2019 - 15:53

Tvær broytingar eru gjørdar í byrjanaruppstillingini til dystin ímóti Norra í kvøld sammett við dystin ímóti Spania fríggjakvøldið.

Rógvi Baldvinsson avloysir Heina Vatnsdal á verjukenda miðvøllinum, og Rene Shaki Joensen byrjar inni fyri Árna Frederiksberg á vinstru síðu á miðvøllinum.

Uppstillingin

Teitur M. Gestsson málverji
Gill R. Sørensen høgri bakkur
Viljormur Davidsen vinstri bakkur
Odmar Færø miðverji
Atli Gregersen (liðsk.) miðverju
Rógvi Baldvinsson verjukendur miðvøllur
Hallur Hansson sentralur miðvøllur
Brandur H. Olsen sentralur miðvøllur
Sølvi Vatnhamar høgri miðvøllur
Rene S. Joensen vinstri miðvøllur
Klæmint A. Olsen framherji

Dysturin ímillum Føroyar og Norra byrjar klokkan 19.45. Sjónvarpið og útvarpið senda beinleiðis.

Útvarpið byrjar klokkan 18:20, og sjónvarpið byrjar klokkan 19:15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815