Føroyingar sýna fram í Týsklandi

Føroyingar sýna fram í Týsklandi
Føroysk myndlist verður synd fram á tveimum framsýningum í Flensburg í Týsklandi í summar og í heyst
Myndlist hjá átta føroyskum listafólkum verður sýnd fram í Flensburg í summar og í heyst, teirra millum list hjá Astri Luihn
 
13.06.2019 - 17:08

Føroysk samtíðarlist verður í listasavninum Museumsberg í Flensburg frá 23. juni til 20. oktober. Átta fólk eru við á teirri framsýningini.

Tey eru Annie Heinesen, Annika á Lofti, Astri Luihn, Brandur Patursson, Ingi Joensen, Jóna Rasmussen, Randi Samsonsen og Tróndur Patursson.

Flensburger Schiff-fahrtsmuseum hevur fimm føroysk listafólk á framsýning frá 30. juni til 20. oktober. Tey eru Edward Fuglø, Ingi Joensen, Jóna Rasmussen, Sámal J. Mikines og Tróndur Patursson.

Trý fólk eru við á báðum framsýningum í Flensburg. Tey eru Ingi Joensen, Jóna Rasmussen og Tróndur Patursson. Schiff-fahrtsmuseum hevur gamla og nýggja føroyska list við evnum úr sjómannslívinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444